Skeið í málningalist hevur verið á Vága Listastovu í Miðvági. Tað var Birgit Kirke sum undirvísti.
Umboð fyri Vága kommunu vóru og vitjaði listastovuna.
- Her var sera positivt at koma innar. Luttakarar vóru úr Vágum, eins og fólk úr øðrum økjum eisini høvdu leitað sær vestur.
Tað sigur Vága kommuna.
Lagt verður aftrat, at umleið 15 listafólk eru knýtt at listastovuni.
- Her er kvøldskúlaundirvísing, umframt at fólk møtast dagliga til at mála. Umstøðurnar á listastovuni eru góðar, her er rúmligt og ljóst.
Vága Listastova heldur til, har spælistovan hjá dagrøktarskipanini í Miðvági helt til.