Hann trúði ikki sínum egnu oyrum, tá ið leiðslan í Havnar Bóltfelag setti seg í samband við hann, tí at teir fegin vildu skriva sáttmála við seg, men í dag er 15 ára gamli Jón Rói Jacobsen yngsti fótbóltsleikarin í Føroyum, sum hevur ein sáttmála við felagið hjá sær. Samstundis sum Jón Rói skrivaði sáttmála við HB, gjørdu tveir aðrir av liðfeløgunum hjá Jón Róa á dreingjaliðnum hjá felagnum, 15 ára gamli Vagnur M. Mortensen og 16 ára gamli Teitur Ellingsgaard, eisini undir tvey ára sáttmála, so sigast kann, at peningafótbólturin nú eisini av álvara er farin at gera vart við seg í yngru deildunum.
Hvussu tað bar til, at HB vildi skriva sáttmála við teir tríggjar evnaríku leikararnar, dugir Jón Rói ikki at svara upp á hetta kvøldið, ið Yngd hitti hann í felagshølunum hjá Havnar Bóltfelag, men hann hevur tó okkurt boð. Millum annað hevði B36-venjarin, Tomislav Sivic, vent sær til bæði Jón Róa og Vagn og roynt at fingi teir at skift til grannafelagið.
Byrjaði sum fimm ára gamal
Jón Rói var einans fimm ára gamal, tá ið hann byrjaði at spæla fótbólt við pinkulingunum hjá HB. Síðani tá hevur hann vunnið ikki færri enn 61 heiðursmerkir í ymiskum kappingum, bæði innandura og uttandura.
Føroyameistari hevur Jón Rói verið nakrar ferðir, umframt at hann eisini hevur vunnið onkra steypakappingar. Í ár var Jón Rói við til at vinna greipuna í dreingjadeildini.
Hóast Jón Rói nú er vorðin sáttmálaleikari, so merkir hetta ikki, at hann bert skal spæla í vaksnamannadeildina. Komandi kappingarár hevur evnaríki drongurin framvegis aldur til at spæla í dreingjadeildini, og tað er fyrst og fremst her, at hann skal brúka sínar kreftir. Tó er ikki óhugsandi, at Jón Rói eisini fer at verða við til at mynda unglingaliðið hjá HB.
Sjálvandi hevur Jón Rói eisini ein dreym um møguliga at sleppa at royna seg á besta liðnum hjá HB í eitt nú einum dysti í kappingini í Løgmanssteypinum, men viðgongur samstundis, at hetta er rættuliga óhugsandi, hóast hann fer at hava aldur til at spæla í vaksnamannadeildunum komandi kappingarár.
Annars hevur Jón Rói luktað nakað til tað at venja saman við leikarunum á føroyameistarunum í 1. Deild. Tvær ferðir um vikuna venja 1. Deildarleikararnir hjá HB fótbólt innandura í vetur, og tá hava Jón Rói og nakrir av hinu ungu evnaríku spælarunum eisini verið við til venjingarnar. Um hetta sigur fryntligi unglingin, at tað er eitt stórt upplivilsi, men samstundis eitt ótrúliga stórt lop frá at venja við dreingjunum, tí at ferðin á spælinum er so nógv hægri, umframt at allir hinir spælararnir eru nógv sterkari enn hann kroppsliga.
Sáttmálin hjá Jón Róa inniber, at hann skal venja 4-5 ferðir um vikuna, umframt at leika dyst. Afturfyri fær hann so eina lítla samsýning frá felagnum, umframt at hann fær góðar treytir viðvíkjandi allari útgerðini, sum hann nýtir í fótbóltinum.
Áleypari ella frammaliga á miðjuni
Tað eru fleiri serkøn innan fótbólt í Føroyum, ið síggja Jón Róa sum kanska evnaríkasta spælaran, ið føroyingar eiga. Hann er sera skjótur, hevur ein framúr góðan teknik, men kanska mangla longu limarnir eitt sindur av kjøti, sum tað so ofta ger hjá dreingjum í hasum aldrinum. At hann hevur sera gott skil fyri spælinum, ger ikki støðuna verri.
Jón Rói hevur roynt seg á bæði U14 og U16 landsliðunum hjá Føroyum, og hann var millum leikararnar, ið myndaðu føroyska U16 landsliðið, ið tók lut í NM í Føroyum herfyri.
Bæði á landsliðunum og á dreingjaliðnum hjá HB spælir Jón Rói antin frammaliga á miðjuni ella sum áleypari. Sjálvur sigur hann, at honum dámar best í álopinum, men hevur tó heldur ikki nakað ímóti at spæla á miðjuni.
Sum sína fyrimynd hevur Jón Rói kenda franska landsliðsleikaran Zinedine Zidane, ið hann metir sum heimsins besta fótbóltsspælara. Av spælarum her heima á klettunum stendur John Petersen úr B36 ovast á listanum hjá Jón Róa.
Satsar upp á fótbóltin
Spurdur, um hvat hann ætlar sær við fótbóltinum, svarar Jón Rói kvikliga, at hann ætlar sær so langt, sum hann røkkur.
Fyrst er málið at sleppa á besta liðið hjá HB, men seinni ætlar hann sær at sleppa út um landoddarnar at royna seg. Stóri dreymurin hjá Jón Róa er, at hann ein dagin kann renna inn á Old Trafford í Manchester íklæddur reyða búnan hjá Manchester United, sum er felagið hjá honum.
Tó viðgongur Jón Rói, at tað er ógvuliga trupult at sleppa langt í fótbólti, og tískil setur hann sær ikki so høg mál beinan vegin. Fyri fyrst hevur hann sett sær sum mál at sleppa á besta liðið hjá HB, áðrenn hann verður 20 ára gamal. Nakað seinni kundi hann so hugsað sær at sloppi at roynt seg á A-landsliðnum, men enn er hetta alt bert dreymar.
Tað er eingin ivi um, at Jón Rói fer undir komandi kappingarár við spenningi. Dreingirnir hjá HB skulu venjast av Ion Geolgau, sum jú teimum flestu kunnugt eisini stendur fyri venjingini av 1.deild, og hetta gleðir hann Jón Rói seg nógv til.
Tá ið kappingarárið 1999 er komið at enda, er ikki óhugsandi, at Jón Rói fer á ein ella annan fótbóltsskúla uttanlanda, meðan fótbólturin her heima liggur stillur. Men hugurin til at halda fram í 10. Flokki er tó eisini til staðar.
Vinirnir halda tað er cool
Tað er lætt at ímynda sær, at javnaldrarir hjá Jón Ròa øvunda honum, at hann er vorðin sáttmálaleikari, men so er ikki. Hann sigur, at bæði floksfelagar og vinir annars halda, at tað er cool, og at hann ikki hevur merkt nakað til øvund.
Tað er tó ikki frítt, at man sum 9. Floksnæmingur í Kommunuskúlanum er eitt sindur errin av at verða yngsti sáttmálaleikari í landinum, sigur Jón Rói at endavið einum brosi.