15 ár síðan undirgrundin varð yvirtikin

Týsdagin 11. september eru leiðin 15 ár síðan undirgrundin kom á føroyskar hendur. Størsta hending í føroyskari politiskari søgu, segði Atli P. Dam, táverandi løgmaður, um avtaluna

Tá vit nevna 11. september, verður fyri tað mesta hugsað um søguliga lagnudagin, tá yvirgangsfelagsskapurin Al-Qaeda leyp á World Trade Center og Pentagon í USA tann 11. september í 2001.


11. september er eisini ein søguligur dagur her hjá okkum. Hendan dagin í 1992, fyri 15 árum síðan, varð avtala gjørd millum Atla P. Dam, táverandi løgmann, og Poul Schluter, táverandi forsætismálaráðharra í Danmark, um at føroyingar kundu yvirtaka føroysku undirgrundina. Teir, sum vóru við til samráðingarnar hendan dagin, vóru umframt løgmann eisini Jógvan Sundstein, fíggjarmálaráðharri, Svend Åge Ellefsen, orkumálaráðharri, og Halgir Winther Poulsen, formaður í donsk-føroysku samráðingarnevndini um undirgrundina. Fyri donsku stjórnina vóru umframt Poul Schluter eisini Uffe Ellemann Jensen, uttanríkismálaráðharri, Anne Birthe Lundholt, orku- og ídnaðarmálaráðharri, Wiese, skrivstovustjóri, og Inger Skytsgaard frá danska partinum í samráðingarnevndini um undirgrundina.


Í tíðindaskrivi frá donsku stjórnini stóð m.a. »Der er i dag truffet principiel aftale mellem regringen og Færøernes landsstyre om at sagsområdet “Råstoffer i undergrunden” overgår til færøsk anliggende. Dette indebærer at hjemestyret får den fulde lovgivende og administrative myndighed samt afholder alle fremtidige udgifter på området«.


Størsta hending í føroyskari politiskari søgu, segði Atli Dam, táverandi løgmaður, um undirgrundaravtaluna. Jógvan Sundstein, fíggjarmálaráðharri, segði eftir at avtalan var undirskrivað »Hetta er ein stór løta fyri allar føroyingar, og eg haldi at tað er ómetaliga gott at málið nú er loyst«. Uffe Ellemann Jensen, uttanríkismálaráðharri, segði, at avtalan var eitt tekin um tað virðing og álit, sum danir hava fyri føroyingum og føroyska heimastýrinum. Upp á fyrispurning um avgerðin kom at ávirka samráðingarnar millum danir og grønlendinar um grønlendsku undirgrundina, segði Uffe Ellemann Jensen, at tað ikki kunnu dragast paralellir millum føroysku og grønlendsku støðuna, men samráðingar eru í gongd og har hevur uttanríkisráðið somu støðu mótvegis grønlendingum sum føroyingum, nevniliga so langt sum til ber at ganga teirra ynskjum á møti.


Sjálv avtalan varð undirskrivað í Tinganesi 23. desember 1992.


Í hesum sambandi er tað áhugavert at nevna at júst 15 ár seinni, segði Jóannes Ejdesgaard løgmaður við Kringvarpið, at tað er bæði órímiligt og óvirðilig um Grønland ikki fær somu rættindi til sína undirgrund, sum føroyingar hava. »Grønlendingar eiga í minsta lagi at fáa somu avtalu, sum føroyingar fingu fyri júst 15 árum síðan«, segði løgmaður.


Avtalan varð gjørd dagin fyri, at Atli Dam fylti 60 ár. Hann hevði sostatt fylt 75 ár tann 12. september í ár, um hann hevði livað. Hann andaðist tann 7. februar 2005, 72 ára gamal.