Dysturin millum BK Häcken og KÍ, ið er seinni dysturin í øðrum umfarinum í Champions League undankappingini verður leiktur á Bravida leikvøllinum í Hissingen í Göteborg í annaðkvøld klokkan 18. Støðan í samlaðu uppgerðini er 0-0 frá fyrra dystinum við Djúpumýru í Klaksvík.
Vinnarin av samlaðu uppgerðini millum BK Häcken og KÍ møtir vinnaranum av uppgerðini millum Molde og HJK Helsinki í triðja umfarinum í Champions League undankappingini.
Hóast KÍ var nærri sigrinum í fyrra dystinum eru 16 altjóða veddingarfyritøkur ikki í ivi: BK Häcken er stórur favorittur.
Oddsini eru galdandi fyri úrslitið eftir vanliga leiktíð.
Oddsini upp á heimasigur til Häcken liggja millum 1,22 og 1,31.
Oddsini upp á útisigur til KÍ liggja millum 8,25 og 10,50, ið er rættiliga høgt.
HER eru oddsini:
##med2##