Størstu ráfiskanøgdirnar, sum Fiskamarknaður Føroya selir í løtuni, eru toskur 4, sum í dag hevði ein miðalprís á 10,65 krónur fyri kilo. Fiskamarknaður Føroya seldi í dag tilsamans 75,7 tons av fiski fyri stívliga 1,1 miljónir krónur. Hetta gevur ein miðalprís fyri øll fiskasløgini upp á 14,60 krónur fyri kilo.
Størstu nøgdirnar vóru av toski 4, sum fóru fyri miðalprísin 10,65 krónur. Toskur 3 fór fyri miðalprísin 15,50, og hægsti toskaprísur í dag var 25,50 krónur fyri kilo.
Eini 10 tons av hýsu vórðu eisini seld á Fiskamarknaði Føroya í dag, og miðalprísurin fyri bestu hýsuna var 12,04 krónur.
Nøkur tons vóru av havtasku, og besti miðalprísur fyri havtasku var 28,18 krónur.
Lítil og eingin upsi fer um søluna hjá Fiskamarknaði Føroya. Upsin verður í staðin handlaður beinleiðis millum skip og virkir.
Nøkur fá hundrað pund vóru av upsa, og hesi fóru fyri 4 krónur fyri kilo.
Upsaprísurin liggur annar um einar 6-7 krónur fyri kilo ? alt eftir, hvussu stórur og góður fiskurin er.