Tað var Hilmar Joensen, ið kom við hugskotinum at seta upp ein leik við sangi og spæli fyri børnunum í 5. flokki í kommunuskúlanum.
- Vit hava vant intenst nú í skjótt tríggjar vikur. Og vit hava verið so heppin, at hava fingið Elin á Rógvi at leikstjórna, eins og Leif Hansen hevur tikið sær av kórvenjingini og Gunn R. Joensen av dansivenjingini, sigur Bjørg í Skála.
Portalurin var við til eina framsýning í dag, sum var fyri barnagarðsbørnum og børnum úr Nólsyar skúla. Og tey vóru ógvuliga fegin um sýningina.
- Tað gongur fram á hvørja venjing. Tað er sjálvandi ikki bara at siga tað, at halda stýr á 150 børnum í senn, men tey hava verið ógvuliga hugagóð, og teimum dáma tað væl, sigur Bjørg í Skála.
Talan er ikki um ein leik við einum gjøgnumgangandi tema.
- Talan er í veruleikanum um 10 leikbrot, sum síðani eru sett saman í ein leik. Vit fylgja ikki nøkrum einstøkum leikara gjøgnum allan leikin, men hava tikið 10 ymiskar sangir, sum síðani eru settir saman í ein leik, sigur Bjørg í Skála.
Leygardagin verður so leikurin, ið nevnist »Hvør er kongurin í Kongagøtu«, framsýndur fyri almenninginum fyri fyrstu ferð.