150 leiðarar tosa um framtíðina

Um vikuskiftið skipar Heimamissiónin fyri leiðararáðstevnu, har dentur verður lagdur á arbeiðið í framtíðini. Vit ynskja at gera fólk betri før fyri at møta stóru avbjóðingunum í samtíðini, sigur Vagn Foldbo, aðalskrivari.

Toftir: - Heimamissiónin ynskir at møta menniskjum har tey eru stødd og í teirri støðu, tey eru í.
- Vit vilja fara út á gøturnar, á internetið, til tey veiku og sjúku og møta teimum við Jesu sinnalagi.
Soleiðis ljóða nakrar av visjónunum fyri arbeiðið hjá hesi missiónsrørsluni í framtíðini.
Leiðslan hevur stungið allar hesar hugsanirnar út í kortið, og nú skal hetta so tosast nærri ígjøgnum við leiðarar í Heimamissiónini.
Tí verður bjóðað til ráðstevnu um vikuskiftið við heitinum Finn Guds vilja frem Guds verk. Sigast kann, at evnið er væl valt, tí ikki færri enn 150 leiðarar eru á skeiðnum, sum fer fram í missiónshúsinum á Toftum.
Ætlanin var upprunaliga at henda ráðstevnan skuldi vera á Hotel Runavík, Sjómansheimið. Men vegna ta ovurhonds stóru undirtøkuna varð neyðugt at flyta skeiðið til missiónshúsið á Toftum.


Saman at standa
Skeið byrjaði í gjárkvøldið og endar í kvøld. Talan er tí um eina strævna, men kortini áhugaverda skrá, har møguleikar eisini eru at tosa víðari um tey einstøku evnini við onnur.
Skeiðið verður skipað soleiðis, at danski undirvísarin, Bent Jacobsen kemur við einum uppleggi, sum tað síðani verður kjakast um í bólkum. Her verður skipað soleiðis fyri, at fólk úr tí einstaka missiónshúsinum koma at arbeiða saman í bólkunum.
Vónað varð tí, at fleiri komu úr hvørjum missiónshúsi, so sum stýrislimir, ungdómsleiðarar, leiðarar í barnaarbeiðinum og onnur ábyrgdarfólk.
- Á henda hátt kunnu vit betri røkka endamálinum við ráðstevnuni: At geva ítøkiligan íblástur til staðbundna missiónsarbeiðið.
- Hinvegin so er endamálið eisini at arbeiða við ítøkiligum ætlanum fyri arbeiðið á heimstaðnum, sigur Vagn Foldbo.
Innan Heimamissiónina er ein fult greiður yvir, at tað mangan er stríggið at standa á odda fyri einum andaligum arbeiði, tí avbjóðingarnar eru so nógvar.
- Lættast er sjálvandi bara at lata alt standa til, og einki gera. Men gera vit tað, tá svíkja vit okkara kall og húshaldaragerningin, sum okkum var litin til av Guds stóru náði, sigur aðalskrivarin at enda.