Tað kann gerast ein dýrur umgangur hjá hundaeigarum, um tey ikki hava tamarhald á teirra hundum. Tað mátti ein hundaeigari í høvuðsstaðnum ásanna í morgun, eftir at hansara hundur hevði verið til ampa fyri fólk og aðrar hundar.
Løgreglan fekk eina fráboðan stutt áðrenn klokkan átta í morgun um, at ein Border Collie hevði bitið ein annan hund. Eigarin av bitna hundinum rann eftir Border Collie'inum, fekk hendur á honum, bant hann fastan í eitt ruskílat og ringdi síðani til løgregluna.
Tá hevði løgreglan annars fingið tvær aðrar fráboðanir um sama hund, tí hann var ágangandi móti fólkum og øðrum hundum.
Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir, at eigarin av hundinum verður ákærdur fyri brot á hundalógina.
- Hann skal gjalda upptøkugjaldið á 300 krónur hjá hundafangaranum hjá Tórshavnar kommunu, og so fær hann væntandi eina bót á 1200 krónur, tí hundurin hevur gingið leysur og bitið ein annan hund, upplýsir vakthavandi.