150.000 tódnaðu niður í 20.000 krónur

Í fyrstu royndini í kvøld hevði hon 150.000 krónur, men í triðju og seinastu royndini endaði hon á 20.000 krónum.

Tað var Kirstin Dam í Klaksvík, sum fekk fulla plátu í gekka-spælinum í kvøld. Høvuðsvinningurin var á 2,7 miljónir krónur, sum hon valdi at deila í teir tríggjar leyparnar - við heili 900.000 krónum í hvørjum leypi.

 

Í fyrstu royndini gekk væl. Hjólið steðgaði á 50.000 krónum, sum faldað við trý hevði givið henni 150.000 krónur. Men, Kirstin helt fyri, at tað er so sjáldan, at møguleikin er, so hon valdi at royna einaferð aftrat.

 

Í aðru royndini steðgaði hjólið á 20.000 krónum, sum faldað við tvey hevði givið henni 40.000 krónur. Hesaferð var hon rættiliga nær bláa leypinum - bert tríggjar seymir við síðuna av.

 

- Eg haldi, eg royni triðju og seinastu ferð, segði Kirstin Dam. Men, í seinastu royndini gekk ikki so væl, sum mong, ið fylgu gekka-spælinum í kvøld, høvdu ynskt fyri kvinnuna úr Klaksvík.

 

Í seinastu royndini steðgaði hjólið á 20.000 krónum, sum gjørdist vinningurin hjá henni í kvøld. Men, Kirstin Dam tóktist ikki vónbrotin. Hon takkaði fyri og segði, at 20.000 krónur eru eisini góðar at fáa.

 

Tá gekka-verturin í kvøld, Petrina Berg á Lag, hevði ynskt Kirstini Dam tillukku við vinninginum - og alt tað besta, takkaði kvinnan úr Klaksvík fyri og ynskti somuleiðis gekka-vertinum alt tað besta.