151 næmingar í frískúlum

Tríggir frískúlar eru í Før­oy­um, Frískúlin Keldan í Skál­a­borni, Frískúlin í Havn (sum er á Velbastað) og Frís­kúlin við Hoyvíkstjørn í Havn. Næm­ing­a­talið í Frí­skúl­a­num í Havn er vaks­ið úr 44 upp í 47, og við Hoy­víks­tjørn er tað mink­að úr 57 niður í 43.

Tað vísir yvirlitið hjá Skúl­a­blað­num.
Í Frískúlanum Keld­uni vóru til samans 34 næm­ing­ar skúla­árið 2012-13. Har eru 50 hetta skúlaárið. So­statt ganga 151 næmingar til sam­ans í landsins trimum frí­skúl­um. Talið var 144 sein­asta skúlaár. Tað er, at til sam­ans ganga sjey næmingar fleiri í frískúla sambært fyr­i­bils næmingatalvuni hjá Menta­mála­ráð­num, 2013-14.