Klippa kramarhús, mussa jólamenn og drekka jólagløgg – við nógvum ginni í, 47,5% jól..
Hvat er tað ikki deiligt, at nú eru jól aftur! Himmalskur friður og góður tokki og alt hatta har.
Ólavsøkan er hvørt ár, samgonguslit er annað hvørt ár, men jólini eru eina ferð um árið, í eitt fjórðingsár.
Ikki eitt ljótt orð hiðani um jólini. Á jólum eru eingi svong ella tyst, tí har sum tíggju fólk skulu eta og drekka, eru matur og drekka keypt til 20.
Fyri at sleppa av við alt tað, sum ikki verður etið, fáa vit tveir ruskposar frá kommununi í jólavikuni. Nei, soleiðis ber ikki til at siga, tí jólini vara í 12 gevandi og burturblakandi vikur, men vit siga so tveir ruskposar í viku 52.
Og maturin. Á tann lekri matur, discountdunna, syntetiskt reyðkál, importerað epli kvald í sukri (Takk Danmark, takk Danmark eisini fyri alt hetta). Lundin verður etin jólanátt.
Og so eitt tons av enskum karamellum í part. Litevni, nógvar ferðir E, haldevni og ein rúgva av forkunnugum kemiskum evnum vavd inn í sukur í vakurt prýddari blikkdós fyri tilboðsprís hvørja ferð. Rætti prísurin er ókendur, tí nú er so langt síðani, hann var. Tað er neyvan tann á ferjuleguni í Scrabster.
Klippa kramarhús, mussa jólamenn og drekka jólagløgg – við nógvum konjakki í.
Konur verða bukaðar hvønn dag alt árið. Avhaldsmenn buka eisini konuna. Kristnir menn buka konuna. Hví skulu vit so bara gráta um bukaðar konur á jólum? Menn drekka alt árið. Hví skal negativi ljóskastarin beinast á menn, sum drekka, tí nú eru jól?
Børn grenja og krevja hvønn einasta dag. Hví verða tey bara hoyrd í desember? Hoyringarfreistin er til 25.desember.
Nei, syngið heldur við: klippa kramarhús, mussa jólamenn og drekka jólagløgg – við nógvum ginni í, 47,5% jól..
Jólini eru barnahátíðin mikla. Fleiri og dýrari jólagávur, størri er barnahátíðin.
Tað var óført, at Jesusbarnið kom á banan. Í einum fjósi, siga tey, tí veðurlagsráðstevna, COP0000, var í Betlehem og øll hotell yvirbókað og føðingardeildin stongd vegna sparing.
Frálíkt, at upprunaligu jólini eru manað í jørðina. Tey vóru heiðin, hildin fyri at fagna ljósinum, sum kemur aftur. Nú orðnar SEV ljósið og útlátið.
Konur og kvinnur baka, prestar arbeiða yvir, menn fáa jólatræið at standa beint.
Fólk eru saman á jólum, millum annað í KFUK í Havn. Fólk eru annars einsamøll hvønn einasta dag og hvørja einastu nátt Kvinnur, sum annars hava friðskjól í Kvinnuhúsinum, fara heim til bøðilin at halda jól.
Handilsfólkini telja pengar, nógvar pengar. Tey hava jól og góðar dagar, hóast onnur hvør jólagáva er keypt í Keypmannahavn, Newcastle ella Aberdeen..
Jólagávur, tær deiligu jólagávur. Heldur fáa okkurt, tú als ikki hevur brúk fyri, enn als einki at fáa.
Tí, sum vit vita øll, tað eru ikki bara gávurnar, sum telja og eru ringar at telja hjá teimum, sum enn bara duga at telja upp í tíggju. Vit halda eisini føðingardag, já, enntá rundan føðingardag, næsta ár.
Jólini eru heilsugóð. Fyri sálina, tí øll eru so glað og taka sær av løttum. Fyri kroppin av at fara við dustsúgvaranum rundan um jólatræið tíggju ferðir um dagin.
Nú hasar av, tí næsta vika er stilla vika........nei, hon er vist á páskum.
Tvær vikur eru eftir av 12, Jólini eru um at vera uppi, bara 16,66% eru eftir.
Klippa kramarhús, mussa jólamenn og drekka jólagløgg – við nógvum ginni og konjakki í, 100% jól..
.