17. januar verður U21-HM lutakastið

Føroyar eru í styrkisbólki 2

Við 10. plássinum í U20 EM-endaspælinum í Portugal í fjør tryggjaðu Føroyar sær rætt til at kappast í U21 HM-endaspælinum í Grikkalandi og Týsklandi í summar. U21 HM-endaspælið verður avgreitt millum 20. juni og 2. juli.

 

Talan verður um fimm leikvøllir til HM-endaspælið. Korydallos og Sofia Befon í grikska høvuðsstaðnum, Athen. Max-Schmeling Arena í týska høvuðsstaðnum, Berlin. GETEC Arena í Magdeburg, og Swiss Life Hall í Hannover.

 

Lutakastið til innleiðandi bólkarnar verður 17. januar.

 

Í HSF kunnu tey staðfesta, at Føroyar vera í styrkisbólki 2, og gevur tað vónir um, at vit kunnu fáa nøkur mótstøðulið sum vit kunnu knógva á einum góðum degi.