Fyrireikararnir hava nú avdúkað tey seinastu nøvnini, sum fara at framføra í Sørvági.
Tey nøvn, sum koma aftrat teimum áður kunngjørdu, eru Four MENh, Jørgen & Jákup, Punjab og Ólavur og Milson & Niels.
Four MENh er heimahoyrandi í Fuglafirði, tó við einum vestmenningi í Sørvági og einum leirvíkingi. Allir eru royndir innan tónleik. Teir, sum manna bólkin, eru Annfinn Jacobsen, trummur og sang, Hugo Leo, bass og sang, Mouritz Mohr, guitar og sang og Njal Reinert Petersen, guitar, key´s og sang.
Jørgen & Jákup er sørvágsbólkur. Jørgen Niclasen og Jákup á Stongum byrjaðu at spæla saman heilt afturi í 1990. Teir komu við útgávu í 1993, har alt var egin tónleikur. Nú er bólkurin víðkaður.
Punjab er bólkur við ungum tónleikarum, sum spæla egnan tónleik. Teir luttóku á Sement 2013 og hava síðani verið rættiliga aktivir. Teir, ið manna bólkin, eru vatnsoyrarmaðurin, Matthias Kjølbro á saxofon, havnarmennirnir, Árni Johannesson, sang, Robert Bjarnasson, guitar, Kári Ellingsgaard, bass, Kristian Pauli Ellefsen, klaver og Tórður Dam, trummur.
Ólavur, Milson & Niels eru kend nøvn. Manningin er Ólavur Højgaard, Milson Zachariassen og Niels Midjord. Milson er kendur úr eitt nú Faroe Boys, har hann spældi bass. Milson man vera fyrsti og elsti steelguitarspælarin í Føroyum, og júst steelguitarin setur sín serliga dám á countrytónleik.
Niels er mest kendur fyri sín eyðkenda vísusang.
Nú eru 17 nøvn kunngjørd, og nú er skráin fullteknað. Tey luttakandi eru Eve Selis, Tamra Rosanes, Hallur Joensen, Kristina Bærendsen, Uni Debess, Tinganest, Rannvá Vesturklett, Sámal Ravnsfjall, Jackson, Blátt Gras, Magni Christiansen, Froðbiar Sóknar Bluesorkestur, Holgar & Tórfríð, Four MENh, Jørgen & Jákup, Punjab og Ólavur, Milson & Niels.