Úrslitið av einum fótbóltsdysti í útryðjuni av Salt Lake City í USA herfyri hevur fingið álvarsligar avleiðingar.
Dómarin, hin 46 ára gamli, Riccardo Portillo, dømdi hendan dagin ein óalmennan fótbóltsdyst. Tá hann bríkslaði fyri frísparki móti einum 17 ára gomlum fótbóltsspælara, sum eisini fekk eitt gult kort, gjørdist ungi spælarin frá sær sjálvum og sló dómaran í høvdið.
- Hin 17 ára gamli stóð beint við síðuna av dómaranum, og hann gjørdi ikki matari enn, at hann sló dómaran beint í andlitið.
Tað skrivar lokala løgreglan í einum tíðindaskrivi um hendingina.
Eftir slagið gjørdist Riccardo Portillo illa fyri. Hann setti seg niður á vøllin og byrjaði at spýggja. Í skundi varð hann fluttur á sjúkrahús, og her staðfestu læknarnir, at dómarin hevði fingið heilaskaða.
Í nátt doyði so Riccardo Portillo av løstinum, hann fekk í fótbóltsdystinum. Tað er Riccardo, sum er maðurin í miðjuni - við bóltinum í hondini.
Ungi fótbóltsleikarin hevur sitið í varðhaldi seinastu vikuna, skuldsettur fyri tað, sum hann hevur gjørt.
Nú arbeiðir løgreglan við spurninginum, um skuldsetingin og komandi ákæran móti tí 17 ára gamla skal víðkast, nú dómarin er deyður.