Hóast Andorra eru torførir at knógva í Andorra La Vella, so haldi 17 altjóða veddingarfyritøkur, at Føroyar eru favorittar til at vinna á Andorra á útivølli í Nations League dystinum, ið verður spældur sunnudagin klokkan 14.
Sunnudagin fer FM1 við Tróndi Arge á odda at hava eina øðrvísi frásøgn úr studionum í Krosslíð, har Tróndur saman við kønum fótbóltsmonnum fer at fylgja dystinum millum Føroyar og Andorra, ið byrjar klokkan 14. Sendingin byrjar klokkan 13.
Hægstu oddsini uppá føroyskan sigur eru 1,94, og lægstu oddsini eru 1,82.
Lægstu oddsini uppá sigur til Andorra eru 3,98, og hægstu oddsini eru 5,39.
Oddsini uppá javnleik liggja millum 2,90 og 3,32.
Her eru oddsini hjá teimum 17 veddingarfyritøkunum:
Veddingarfyritøkur: Andorra-Føroyar: | 1 | X | 2 | ||
---|---|---|---|---|---|
10Bet | 5.25 | 2.95 | 1.87 | ||
188BET | 4.00 | 3.10 | 1.82 | ||
1xBET | 4.68 | 3.32 | 1.85 | ||
bet-at-home | 4.70 | 3.05 | 1.84 | ||
bet365 | 5.00 | 3.10 | 1.83 | ||
BetClic | 4.80 | 3.10 | 1.86 | ||
Betfair | 5.00 | 3.00 | 1.75 | ||
Betsafe | 4.45 | 2.95 | 1.94 | ||
Betsson | 4.45 | 2.95 | 1.94 | ||
BetVictor | 4.75 | 3.25 | 1.85 | ||
Betway | 4.75 | 3.20 | 1.85 | ||
bwin | 5.00 | 2.90 | 1.91 | ||
ComeOn | 5.35 | 3.00 | 1.87 | ||
Interwetten | 4.60 | 2.90 | 1.85 | ||
Pinnacle | 5.39 | 3.00 | 1.91 | ||
SBOBET | 3.98 | 3.02 | 1.85 | ||
Betfair Exchange | 4.80 | 3.04 | 1.91 | ||
Gjøgnumsnitsodds: | 4.76 | 3.05 | 1.86 |