1700 deyðir kópar við Kaspiska Havið

Kóparnir helst eru deyðir fyri umleið tveimum vikum síðan, men fyribils veit eingin, hví hetta er hent.

Heili 1700 deyðir kópar eru funnir á strondini við Kaspiska Havið har suðuri í Russlandi.

 

Kaspiska Havið er heimsins størsti innsjógvur.

 

Lokalir myndugleikar upplýstu fyrst, at millum 650 og 700 kópar vóru funnir deyðir við havnabýin, Makhatsjkala.

 

Men, tá viðurskiftini vóru kannað nærri, vísti tað seg, at talið var nógv størri.

 

Tað sigur Zaur Gapizov, sum er leiðari fyri felagsskapin, Caspian Environmental Protection Center.

 

Hann vísir á, at kóparnir helst eru deyðir fyri umleið tveimum vikum síðan, men fyribils veit eingin, hví hetta er hent.

 

Stovnurin av hótta kópaslagnum í Kaspiska Havinum hevur áður eisini verið raktur av oljudálking, ovurveiði og fólki, sum hava skotið kóp.

 

##med2##

 

Yvir mong ár er hesin kópastovnurin minkaður við 90 prosentum - orsakað av dálking og oljuídnaði, skrivar tíðindastovan NTB.

 

Lagt verður aftrat, at russisku myndugleikarnir í økinum nú hava sett eina kanning í verk fyri at finna orsøkina til kópadeyðan.

 

 

 

Fylgisveinamynd av Kaspiska Havinum, sum er heimsins størsti innsjógvur.