1700 metrar til umheimin

Fyrr mátti Karl Mikkelsen ganga tríggjar ferðir um vikuna upp um fjallið eftir postinum.

Nú hevur Gásadalstunnilin gjørt lívið lættari hjá honum. Samstundis minkaði arbeiðsdagur hansara.

- Ja, teir frá Sosialinum eru her. Hmm, til Kollfjarðardal?! Eg skal spyrja. Bíða við!
Vit eru staddir inni í einum av húsunum í Gásadali - hjá tí 61 ára gamla Karl Mikkelsen, postmanni og bónda í bygdini.
Ein góður kaffimunnur stendur á borðinum og kaka afturvið. Telefonin ringir.
Tað er ein kona úr Havn í hinum endanum. Henda kvinnan hevur verið og vitjað systur sína í Gásadali í nakrar dagar og ætlar sær nú heimaftur.
Bilurin hjá Sosialinum - SNAR - er lítil, men hann skínur kortini upp í landslagnum her í Gásadali. Hon var eisini vitandi um hesa vitjanina.
Nú ynskir hon at fáa fart aftur móti Havnini, har maðurin skal møta henni í Kollfjarðardali. Fyri okkum í tíðindatænastuni er hetta bara ein eyka uppliving til ta longu og forvitnisligu ferðina, sum byrjar henda góðveðursmorgunin í næstvestastu bygd okkara.
Var koyrandi longur vestur, høvdu vit verið í Mykinesi. Ætlan okkara er at bjóða Karli ein túr eftir teirri gomlu farleiðini til Viðareiðis og síðani koyra hann allan vegin aftur til heimbygdina eftir landsvegnum.
- Jú, teir siga at tað er í fínasta lagi. Vit eru klárir at fara um fimm minuttir, svarar Karl henni á sínum eyðkenda vágamáli.
Løtu seinni eru vit klárir at leggja til brots.
 
1700 metrar
Tað er liðið nakað út á morgunin. Sólin roðar á teir fimm tindarnar á Tindhólmi, tá bilurin verður settur í gongd og kósin verður sett móti norðastu bygd okkara.
Vit steðga á við fyrstu húsini í bygdini, har áðurnevndu systrar búgva. Løtu seinni er bilurin fullmannaður, og niðan brekkuna ber nú leiðin eftir tí 1700 metrar langa vegnum, sum á sinni gav navn til forvitnisliga filmin um Gásadal.
Tey bæði kennast, og skjótt fellur prátið inn á ymisk viðurskifti í bygdini - vegasamband, landbúnað og ikki minst spennandi upplivingarnar, sum standa Karli fyri framman.
Tað er ikki á hvørjum degi at ein soleiðis verður borin á lógvum av tíðindatænastuni. Og at ein sum tann fyrsti nakrantíð fær møguleikan at koyra allan vegin til norðastu bygdina úr vestastu bygdini við vegasambandi.
Hetta er ein serstakur dagur. Ferðin er byrjað. Nú standa bert upplivingarnar eftir.
 
Long ferð
Húsini hjá Karli her í Gásadali eru rættiliga eyðsýnd.
Í fyrsta lagi standa tey ovast í bygdini - ella rættari: vestast, og í øðrum lagi eru tey reyðmálað. Her er tí lætt at finna vegin fram til høvuðspersón okkara í dag.
Vit hava frammanundan greitt Karli frá ætlan okkara henda dagin: Vit ætla at koyra úr Gásadali til Leirvíkar, og hagani sigla um Leirvíksfjørð til Klaksvíkar.
Úr Klaksvík verður leiðin løgd norður til Viðareiðis, við einum eykatúri til Kunoyar gjøgnum tunnilin, har ein døgverðabiti skal etast.
Á Viðareiði býr mostir hansara, og hana ætla við at støkka inn á gólvið hjá. Síðani skal koyrast til tann partin av bygdini sum kallast Uppi við Garð. Higani skal so koyrast eftir asfalti allan vegin vestur í Gásadal.
Hetta ljóðaði eisini sum eitt gott hugskot í oyrunum á Karli. Hann takkaði fyri tilboðið.
- Ja, kom avstað. Eg eri klárur, sigur Karl.
Klokkan er ikki níggju, tá vit leggja til brots niðan móti tunnilsmunnanum við Gásadal.
 
Tríggjar ferð um vikuna
Karl er føddur og uppvaksin her í Gásadali. Hann er ein av trimum í systkinaflokkinum - hini bæði eru systrarnar Anna og Poula, sum búgva í Havn.
Karl hevur siglt ein stóran part av lívi sínum, men legðist uppá land í 1992. Við ársbyrjan árið eftir byrjaði hann uppá tað, sum fram um nakað annað er hansara starv í løtuni.
Hann byrjaði tá sum postboð í Gásadali. Hetta var langt áðrenn nakar tunnil var byrjaður til bygdina. Hjá honum var tí einki annað at gera enn at ganga somu leiðina, sum undangongumaður hansara upp um fjallið.
Hetta varð gjørt - og verður framvegis gjørt - tríggjar dagar um vikuna, nú kortini við bili: Hvønn týsdag, mikudag og fríggjadag verður postur borin út í Gásadali.
At bera postin út í Gásadali er ein søga fyri seg. Her eru bert 6 húski, og tí er lætt hjá staðkendum persóni at fáa postin bornan út.
Posturin kemur fyrst til Sørvágs, har hann verður skildur til Gásadals. Kl. 12:30, tá postavgreiðslan letur upp í Sørvági er Karl á staðnum og heintar postin til sína rutu. Tá hann nú kortini er í stórbygdini, fer hann ofta fyrri frá húsum, um so er at hann skal gera sær onkur ørindi í Sørvági.
Hóast talan ikki altíð er um so nógvan post, skal hann skiljast einaferð aftrat til tey, sum skulu hava post henda dagin. Síðani fer hann runt bygdina við postinum.
 
Til gongu um fjallið
Bygdin er lítil og tí eru eingi gøtunøvn nakrastaðni, men fyri Karl, sum bæði er føddur og uppvaksin her, er hetta ein løtt uppgáva og sum eftir stuttari løtu er avgreitt skjótt og væl.
Í dag er ólíka lættari at heinta postin í Sørvági. Hann fer við bili til Sørvágs og koyrir sjálvur allan vegin aftur til Gásadal. Áðrenn koyrandi varð gjøgnum tunnilin vóru hesir 1700 metrarnir frá framtíðini rættiliga drúgvir.
Tá mátti hann frá húsum, óansæð hvat veðurlag tað var. Upp um fjallið og niður hinumegin, har bilur stóð fyri honum við postinum til dagin. Síðani upp aftur um fjallið til Gásadals. Tá varð hann í starvi sum postboð 18 tímar um vikuna.
Fyri mong var tunnilin ein fyrimunur, men hjá Karli førdi hetta við sær at tímatal hansara varð skorið niður í góðar 10 tímar um vikuna.
- Men at sleppa undan at ganga um fjallið tríggjar ferðir um vikuna, tað var veruliga ein lætti, sigur Karl.
 
Kríatúr
Ein vanlig arbeiðsvika verður í dag roknað sum 40 tímar ella nakað niðanfyri tað.
Men tá Karl er liðugur við útberingina av postinum hesar tríggjar dagar um vikuna, - hvat ger hann so? Heldur hann bara frí?
- Nei, tað geri eg ikki. Mær dámar væl at fáast við kríatúr. Eg havi bæði neyt og seyð, sigur hann.
Hann eigur og ansar í dag eftir 28 kríatúrum, og tey krevja sítt hvønn einasta dag: Her skal sópast, hoyggj gevast og annars hyggjast eftir, at bæði neyt og seyður hava tað gott.
Nú ið lembingin er fyri verður ein stórur partur av frítíðini nýttir til slíkt uttandura virksemi.
- Eg eri einki serligt fyri at lesa, sigur hann.
Í stovuni heima við hús hevur hann eitt stórt sjónvarp og uttanfyri er ein stórur parabolur, sum gevur honum atgongd til ein hóp av sjónvarpsrásum úti í heimi.
Her nýtir ein annan part av síni frítíð, tí væl dámar honum at hyggja eftir DR 1 og DR 2, og sum ein, ið hevur áhuga fyri náttúru og upplivingum har, er rásin Discovery altíð eina vitjan verd.
- Men so dámar mær eisini sera væl at hyggja eftir Dagur og Viku, sigur Karl.
 



 - - - - -

 
- Okkara tunnil kom ov seint
 
 
Hóast nútíðin er komin til Gásadals og koyrandi er teir 1700 metrarnar til næstu bygd, er Karl sannførdur um, at teirra tunnil kom ov seint.

 
Gásadalur: - Tað er altíð tað góða fólkið sum fer fyrst, staðfestir Karl.
Fólkatalið í Gásadali hevur verið í støðugari minking tey seinastu árini, hóast ábøtur eru gjørdar á møguleikunum fyri sambandi við umheimin hjá gásadalsfólki.
Tyrlan hevur flogið regluliga til Gásadals og Mykines, og hevur hetta verið til bæði gleði og gagn fyri bygdarfólkið.
Semja man tó vera um, at hetta als ikki kann samanberast sum fast vegasamband.
- Var rætt atborið, kom Gásadalstunnilin um somu tíð sum tunnilin til Kunoyar. Varð tað so, hevði nógv verið øðrvísi her hjá okkum, staðfestir Karl.
Í Gásadali er miðalaldurin á íbúgvunum rættiliga høgur, eftir at fólkatalið minkaði nógv í sjeyti- og áttatiárunum. Serliga flutti nógv av unga fólkinum av bygdini, og eru tey ikki afturkomin enn, hóast vegasamband er til bygdina.
Hagtølini frá Hagstovu vísa eisini tað sama: Í januar mánaði 2004 vóru 16 fólk skrásett í bygdini. Í januar í fjør og januar í ár var talið 14.
 
Ikki latin upp enn
Karl hevur búð so leingi í Gásadali at hann hevur kunnað eygleitt gongdina í málinum um tunnilin til heimbygdina.
Hyggur ein í løgtingstíðindi sæst, at hetta málið hevur verið reist á tingi minst tvær ferðir við uppskoti til samtyktar - í roynd og veru tvær ferðir sama ár miðskeiðis í áttati-árunum.
Báðu ferðirnar fall uppskotið á tingi, men seinni varð so sett á at bora til Gásadal. Í dag ber til at koyra úr Gásadali og víðari út í heim, men formliga er tunnilin ikki alment latin upp fyri ferðslu enn.
Tá ein koyrir til Gásadal verður ein tí mintur á, at koyringin í tunlinum er fyri egnari ábyrgd.
Henda túrin ger Karl so tríggjar ferðir um vikuna - týsdag, mikudag og fríggjadag.
Soleiðis gjørdi hann eisini í farnu viku, men hósdagin gjørdi hann tó eina ógloymandi ferð saman við umboðum fyri Sosialin.