18 flogferðir fyrstu vikuna

Atlantic Airways hevur 15 fráferðir, og SAS hevur tríggjar

15. juni letur samfelagið meir uppaftur, og tað fer at merkjast á flogvøllinum í Vágum. Frá fýra flogferðum upp í 18 flogferðir um vikuna, og flogferðirnar fara helst at økjast enn meira.

Skandinaviska flogfelagið SAS hevur lýst við trimum flogferðum um vikuna, nevniliga týsdag, hósdag og sunnudag. Tilsamans verða 13 rutur til og úr Keypmannahavn og Arlanda tiknar uppaftur 15. juni hjá SAS.

Tað skrivar flogferðamiðilin  InsideFlyer í dag.

Atlantic Airways fer eisini at flúgva nógv oftari til fleiri støð. Flogið verður oftast til Keypmannahavn, og fyrstu vikuna hevur Atlantic Airways lýst við 11 fráferðum til Keypmannahavn. Nakrar av døgunum í vikuni eru tvær fráferðir og aðrar er ein fráferð.
Til Reykjavík verður flogið tríggjar ferðir um vikuna. Fyrstu vikuna tó bara tvær ferð.

Til Billund verður flogið tvær ferðir um vikuna.

25. juni byrjar flúgvingin aftur til Aalborg, og tað verður tvær ferðir um vikuna.