Nú um dagarnar hava 18 matvørunæmingar tikið prógv á Tekniska Skúla í Klaksvík.
Tað eru næmingar, sum hava tikið eitt støðisár í grundleggjandi matvørulæru og nú hava teir so møguleika at sleppa í læru sum gastronomhjálpari ella føðsluatstøðingur, ella at fáa sær eina yrkisútbúgving í matvøru, sum tekur sløk fýra ár.
Umframt ymsar verkligar lærugreinir í køkinum, eru eisini ástøðiligar og almennar lærugreinir, eitt nú føroyskt, enskt, støddfrøði, samfelagslæra, heilsulæra, náttúrlæra, kostfrøði, føðslufrøði, reinføri, søla og tænasta.
Tekniski Skúlin sigur, at matvøruútbúgvingarnar fevna um fleiri starvsheitið, eitt nú gastronomur, sum fyrr varð nevndur, kokkur, tænari, smyrjibreyðjomfrú, bakari og føðsluhjálpari.
Teir 18 næmingarnir, sum nú hava tikið prógv, eru, frá vinstru: Rani Kjærbo, Jóhan Petersen, Dánial Nolsøe Jacobsen, Beinir Unason Nón, Rói Mikkjalsson, Eyðrið Jøkladal Hansen, Ari Magnussen, Tordis Ingemarsdóttir Johansen, Leivur Petersen, Bryngerð S. Lydersen, Hansina Joensen, Hildur Vestergaard, Elisabet Nielsen, Guðrun Biskopstø og Hanna Sundstein Olsen. Á myndini vanta Eyðstein Lyngvej, Ellindur Tróndur Olsen og Jóan Jákup Heinesen.