Í døgunum 15. juni – 18. juni fara tvey av teimum best kendu kórunum í Svøríki at hava konsertir í Føroyum. Tá fara o.u. 180 børn og ung í Uppsala domkyrkas gosskör och flickkör at syngja í gjónni við Gjógv, í Vesturkirkjuni og í Fríðrikskirkjuni.
Umleið180 børn og ung millum 8 og 25 ár syngja í dreingja- og gentukóri í dómkirkjuni í Uppsala. Tey syngja fyrst og fremst til konsertir, guðstænastur og høgtíðir í dómkirkjuni, men eisini ymsa aðrastaðni í Svøríki og úti í heimi.
Uppsala domkyrkas gosskör er elsta dreingjakór í Svøríki, og stigtakari til kórið var erkabispurin og úrmælingurin Nathan Söderblom. Kórini hava eina breiða sang- og konsertskrá, ið fevnir um bæði sakralan og profanan tónleik.
Dreingja- og gentukórið í dómkirkjuni er ein týðandi partur av tónleikalívínum í Uppsala, og tey hava fingið ymisk heiðursheitir og sømdargávur fyri síni avrik.
Uppsala domkyrkas gosskör och flickkör hava konsert í Gjónni við Gjógv sunnudagin 15. juni kl. 16.00, í Vesturkirkjuni mánakvøldið 16. juni kl. 19.30 og í Fríðrikskirkjuni mikukvøldið 18. juni kl. 19.30.
Ein av fyriskiparunum er Osva Olsen úr Vestmanna, og dóttir hennara syngur í gentukórinum. Tað er kanska ikki so løgið, at ein av konsertunum er við Gjógv, tí Osva hevur røtur haðani.