1.800 sitipláss á Hálsi

Hans Haraldsen, stjóri í Sp/f HMP Consult og Heðin Mortensen, borgarstjóri, í sambandi við undirskrivingina. Mynd: Torshavn.fo

Tórshavnar kommuna hevur í dag undirskrivað ráðgevarasáttmála við HMP Consult um projektering av hallarútbyggingini á Hálsi.

Býráðið samtykti í november at byggja út Høllina til dupulthøll, soleiðis at fullur hondbóltsvøllur kemur aftrat. Harumframt verða bygd høli til judo og borðtennis, so hesar ítróttagreinir fáa bestu umstøður.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði tá, at dupulthøllin skal kunna veita umstøður til aðrar ítróttagreinir, til finalur og til størri altjóða kappingar. Høllin skal vera karmur um størri heimlig og altjóða tiltøk og events, eisini innan vinnulív, so sum handilsmessur og -ráðstevnur, innan mentan og undirhald, so sum stórar konsertir og framsýningar, til stór samkomumøti v.m. 

Við dupulthøllini á Hálsi verður talan um ítróttadepil, ið enn betri kann virka sum tjóðarhøll eitt nú í sambandi við finalustevnur og flestu altjóða dystir. 

Høllin kemur at hava pláss fyri umleið 1.800 áskoðarum á verandi áskoðaraplássum, umframt tveimum áskoðarapallum, sum kunnu flytast. Eitt nú til konsertir kann roknast við plássi fyri 2.500-3.000 áhoyrarum alt eftir uppseting.

 Harumframt verða fleiri enn 100 nýggj parkeringspláss gjørd.

Ætlandi verður verður spakin settur í jørðarbeiðið tíðliga í vár og farið verður í holt við byggiarbeiðið í summar. Verkætlanin verður liðug í endanum av 2017.