Tað upplýsir tíðindastovan AFP.
Álopið hendir eftir eitt kvøld, har fleiri ísraelskir miðlar hava skrivað um eitt víðkað ísraelskt álop í Gaza.
Sambært bæði statsliga ísraelska miðlinum Kan og Times of Israel hava ónevndar keldur við vitan um málið sagt, at trygdarráðið í Ísrael hevur samtykt eina stigvísa útbygging av hernaðarliga álopinum móti hernaðarrørsluni Hamas í Gaza.