190.000 UEFA krónur

Sjey av feløgunum, sum í 1999 tóku lut í 1. deild hjá monnum, fáa um stutta tíð 190.000 krónur frá UEFA

 

Fótbóltspengar


Hetta er peningurin, sum UEFA rindar teimum feløgum, sum hava verið við í kappingini um at vinna sær pláss í europeisku kappingunum í 2000/2001, men sum ikki vunnu sær rætt til luttøku. Fyri 1999 var tá talan um HB, NSÍ, VB, B68, B71, Sumba og ÍF.

Í rundskrivi til feløgini boðar FSF frá, at peningurin verður fluttur feløgunum, so skjótt hann er fluttur frá UEFA, og at feløgini tá verða kunnað um, hvørjar treytir fylgja við nýtsluni av hesum.

Treytirnar verða helst tær somu, sum vóru galdandi í fjør, tá UEFA setti krav um, at peningurin skuldi nýtast til at styrkja ungdómsarbeiðið í feløgunum.


65.000 fyri 1998

Annars ger fótbóltssambandið samstundis vart við, at írestandi peningurin frá UEFA fyri kappingarnarárið, 1998, verða fluttir feløgunum ein av fyrstu døgunum.

Talan var tá um góðar 65.000 kr., sum FSF í fyrstu atløgu hevði afturhildið. Hetta tí ivamál stakk seg upp um, hvussu peningurin skuldi býtast. Í fyrstu atløgu vildi FSF, at ein grunnur av onkrum slag varð settur á stovn, soleiðis at feløgini her kundu søkja um stuðul til ymsar verkætlanir, men hesum vildu feløgini als ikki vita av.

Seinni vísti tað seg eisini, at B71, sum í fyrsta umfarið hevði fingið pening útgoldnan, kortini ikki átti hetta til góðar. Hetta tí B71 í 1998 spældi í 2. deild. Pengarnir, sum UEFA flutti í 2000 vóru fyri europeisku kappingarnar í 1999/2000, og fyri at kappast um pláss í hesum, skulu føroysku feløgini hava tikið lut í fremstu deildini í 1998.

Sostatt kunnu GÍ, B68, NSÍ, B68, VB, ÍF, Sumba og TB síggja fram til, at tey ein av komandi døgunum fáa góðar 65 tkr. frá FSF.