91 prosent av heimsins londum luttóku í ruddingardegnum 16. september 2023, og tilsamans 19,1 milliónir fólk. 205.000 tons av ruski vóru ruddað hendan dagin og dagarnar rundanum.
Í Føroyum er tað felagsskapurin Rudda Føroyar sum samskipar ruddingardagin.
Rudda Føroyar fegnast um stóru altjóða undirtøkuna, men vónar at tørvurin á at rudda náttúruna verður minni í framtíðini.
Í Føroyum fóru um 900 fólk út at rudda, og tey fingu 4,2 tons av ruski til høldar.