2-2 í Trongisvági

Javnleikurin ber við sær, at samlaða úrtøkan hjá Suðringum tvífaldaðist

Tað endaði 2-2 við Stórá í Trongisvági, tá ið næstbesta liðið hjá Suðringum hevði vitjan av teimum næstbestu hjá Víkingi. Hálvleiksstøðan var 1-1.

Ási Dalheim Rasmussen legði Víking framum, tá ið ein hálvur tími var farin, og fýra minuttir seinni javnaði Ari Krosslá Poulsen við brotssparki. Jón Thomsen legði heimaliðið framum í 66. minutti, og tveir minuttir seinni javnaði innskifti Magnus Jarnskor fyri Víking.

 

Úrslitið ber við sær, at Suðringar framvegis eru niðast og nú hava tvey stig, meðan Víkingur hevur tíggju stig og er á sætta plássi.

Um eina viku skal Víkingur spæla á heimavølli ímóti KÍ, og Suðringar skulu spæla á heimavølli ímóti NSÍ.