Fyrsta ársfjórðing í 2009 var 2,7% minni útgoldið í lønum enn sama ársfjórðing í 2008. Hetta svarar til, at smáar 45 milliónir kr. minni eru útgoldnar higartil í ár. Bert framgongd innan tað almenna
Tað almenna hevur higartil í ár útgoldið stívliga 8% meira enn sama tíðarskeið í fjør. Privata vinnan samlað hevur hinvegin útgoldið 8% minni.
Gongdin í fiski- og aðrari ráevnisvinnu
Lønargjaldingarnar í fiski- og aðrari ráevnisvinnu eru higartil í ár tær lægstu síðan aldarskiftið. Í fiskiskapi eru lønargjaldingarnar higartil í ár lækkaðar góð 24%. Ali- og kryvjivirki hava hinvegin støðugan vøkstur í lønargjaldingunum. Higartil í ár er 27% meira útgoldið í alivinnuni, skrivar Hagstovan.