- Vit fara at renna, hoppa, spæla, bólta rút, syngja, flenna og hava tað ordiliga stuttligt.
Tað siga tær báðar, Hildigunn og Oda Sonja, sum hava stig til tiltakið - Mikrohondbóltur - sum verður í fimleikarhøllini í Stranda skúla hvønn hósdag frá klokkan 17.10 til 18.10.
Tær siga, at øll børn, sum eru millum tvey og fýra ár, eru hjartaliga vælkomin í fimleikarhøllina saman við foreldrum hvønn hósdag seinnapart.
- Vit halda, at hetta er eitt frálíkt tiltak, sigur Sjóvar kommuna í dag.