Keldur í Sýrialandi siga, at í minsta lagi 20 fólk eru deyð í skotbardøgum í býnum Homs, hóast partarnir alment hava tikið undir við at halda vápnahvíldina, sum ST og Arabiska Samgongan hava fingið í lag.
ST sigur, at støðan er sera spent, og ES hóttir við at seta fleiri tiltøk í verk ímóti stýrinum í Damaskus. Tað sama sigur USA.
Samstundis arbeiðir ST við at fáa sent 300 eygleiðarar til Sýrialands at tryggja, at vápnahvíldin verður hildin. Teir fyrstu eygleiðararnir hava verið í landinum nakrar dagar, og teir hava havt úr at gera.