20 leikarar eru úttiknir til OL-fyrireikingarnar hjá Danmark

Jóhan á Plógv Hansen er ikki millum teir 20 leikararnar Nikolaj Jacobsen hevur tikið út til OL-fyrireikingarnar.

Landsliðsvenjarin hjá danska manslandsliðnum í hondbólti, Nikolaj Jacobsen hevur tikið út 20 leikarar til OL-fyrireikingarnar hjá Danmark seinast í juni.

 

Undir OL-endaspælinum í hondbólti verður tó bert loyvt at hava 14 leikarar í hópinum, og tríggjar eykaleikarar sum sendast kann boð eftir um skaðar darva hópin.

 

Jóhan á Plógv Hansen er ikki millum teir 20 kosnu hjá Nikolaj Jacobsen.

 

Danmark skal 16. og 18. juli spæla venjingardystir móti Argentina.

 

Danmark er í olympiska endaspælinum í innleiðandi bólki saman við Fraklandi, Egyptalandi, Argentina, Ungarn og Noreg. 27. juli spælir Danmark fyrsta dystin, ið verður móti vertstjóðini, Fraklandi. 

 

Fyri Mikkel Hansen og Niklas Landin verður talan um seinasta endaspælið við Danmark, um Nikolaj Jacobsen tekur teir út til 14 manna hópin. 

 

HER er 20 manna hópurin hjá Danmark:

 

 

 

Málverjar:

 

  • Niklas Landin, Aalborg Håndbold
  • Emil Nielsen, FC Barcelona
  • Kevin Møller, Flensburg-Handewitt

 

Vengur:

 

  • Emil Jakobsen, Flensburg-Handewitt
  • Magnus Landin, THW Kiel
  • Niclas Kirkeløkke, Rhein-Neckar Löwen
  • Hans Lindberg, Füchse Berlin

 

Strikuleikarar:

 

  • Magnus Saugstrup, SC Magdeburg
  • Simon Hald, Aalborg Håndbold
  • Emil Bergholt, Skjern Håndbold
  • Lukas Jørgensen, Flensburg-Handewitt
  • Henrik Møllgaard, Aalborg Håndbold

 

Bakkar:

 

  • Mikkel Hansen, Aalborg Håndbold
  • Simon Pytlick, Flensburg-Handewitt
  • Rasmus Lauge, Bjerringbro-Silkeborg
  • Mads Mensah, Flensburg-Handewitt
  • Thomas Arnoldsen, Aalborg Håndbold
  • Lasse Andersson, Füchse Berlin
  • Mathias Gidsel, Füchse Berlin
  • Mads Hoxer, Aalborg Håndbold