Í sambandi við, at tað í ár eru 20 ár liðin síðan stóra ST ráðstevnan um umhvørvi og burðardygga menning varð hildin í Rio de Janeiro, Brasil, verður Norðurlandahúsið 14. juni karmur um nøkur av evnunum frá RIO-umhvørvisráðstevnuni í 1992. Stórt tal av granskarum, politikarum, búskaparfrøðingum og vinnulívsfólkum høvdu fyri stuttum fundin Planet under Pressure í London har endamálið var at fáa eina mynd av heilsustøðu Jarðarinnar innan fundin í Rio um nakrar vikur.
Heimurin og náttúran er í broytingum. Hetta sæst m.a. á veðurlagnum við hækkandi hita, oyðumørkir verða størri, ódnir og glopraregn í ólukkumát, og kavi, har kavi ikki er sæddur fyrr. Havísurin í Arktis bráðnar við hækkandi vatnstøðu í høvunum, og oyggjasamfeløg eru um at hvørva. Fólkatalið á jørðini økist og matvøru- og vatntrot er í fleiri londum. Boðini frá fundinum í London eru m.a., at komandi toppfundurin í Rio í juni má taka avbjóðingina móti einari skipan, har vøkstur og ikki burðardygg gagnnýtsla av náttúrutilfeinginum er um at oyða jørðina.
Nú góð 20 ár eru farin síðan heimspolitikkararnir samtyktu veðurlagssáttmálan, sáttmálan um lívfrøðiligt margfeldi umframt Agenda 21 skránna um burðardygga menning, verður á fundinum í Norðurlandahúsinum hugt eftir, hvussu hevur gingist her hjá okkum at røkka avtalum og ítøkiligum málum og um nøkur frambrot síggjast rætta vegin.
Eftiransan og uppfylging av lógum og kunngerðum til vernd av umhvørvi og náttúru er týdningarmikið til útinnan av dálkingarvernd frá vinnu, framleiðslu, handlum, bústøðum v.m. Umhvørviskrøv skulu lúkast til frárensl og handfaring av ruski og vandamiklum ella dálkandi evnum. Lendisumsiting og skipanir til friðingar ella verndarøki á landi og sjógvi eru eisini áhugaverd evni, ið fara at verða løgd fram í Norðurlandahúsinum.
Burðardygd hevur avgerðandi týdning í høvuðsvinnu okkara. Verður havsins ríkidømið umsitið og gagnnýtt á burðardyggan hátt og síggjast broytingar í fiskiríkidøminum í mun til broytta veðurlagið?
Á øðrum hvørjum ári nú í 2012 verður skipað fyri tiltakinum Umhvørvisátakið, har kommunur kappast at fáa heitið Best røkta Bygd, ella Best røkta bygda- og/ ella varðagøta. Aðrar kappingargreinar eru Best røkta neysta- og/ella bátapláss, Ársins grøni Stovnur og Besta átak. Ráðstevnan í Norðurlandhúsinum 14.juni er fyriskipað sum tiltak at varpa ljós á samtyktir, semjur og úrslit frá Rio-fundinum í 1992, og er í hesum sambandi gjørt av at handa virðislønir til vinnarar í Umhvørsvisátakið 2012.
Í steðginum verður framførsla við sanginum Næstan ov seint, ið ungu klaksvíkingarnir Klæmint Klakk, Mikkjal Olsen og Sølvi Fossdalsá hava gjørt. Fundurin verður í Høllini í Norðurlandahúsinum 14.juni kl. 13:00 til 17:00 og er ókeypis atgongd. Skráin verður lýst í miðlunum og kann eisini finnast á heimasíðunum hjá fyriskiparunum og hjá Norðurlandahúsinum.
Fyriskipað av Agenda 21 Stovuni og í samstarvi við Umhvørvisstovuna, Føroya Náttúruverndarfelag, VisitFaroeIslands og Føroya Fornminnissavn.