2005 hevur verið eitt frálíkt ár fyri 200, við ovastu rók bæði á sølulistanum hjá 3aranum og á 15 teimum bestu í fleiri vikur, og fantastiskum konsertum bæði úti og heima. Bólkurin hevur gjørt var við seg, bæði á tónleikapallunum og í miðlunum, ikki minst í kjakinum um sangin Musclemanblað, ið summi halda ganga ávísum tingmanni ov nær.