200 fólk í Vágsbotni

Tað er góð undirtøka fyri at hyggja eftir Íslandi og Portugal á stórskíggja.

Fitt av fólki er komið saman í Vágsbotni, har EM-dysturin ímillum Ísland og Portugal verður vístur á einum vælvaksnum stórskýggja, ið er 5x5 metrar stórur. Tað eru Televarpið, Ljóðtøkni, Tórshavnar kommunu og Miðlahúsið, sum eru gingin saman um hetta tiltakið.


Flestu áskoðararnir hava sett seg á nýggju trappuna í Vágsbotni, haðani tey hava frítt útsýni yvir á stórskýggjan, ið er settur við torgið, har standmyndin av Nólsoyar Páll stendur. Eingir bilar eru at órógva, tí stongt er fyri allari bilferðslu í Vágsbotni fram til kl.23 í kvøld.


Veðrið er av tí allarbesta, og tað leggjast bara fleiri og fleiri fólk afturat. Ísland hevur verið væl við fyrstu løtuna av dystinum, so lagið er gott ímillum tey umleið 200 fólkini, sum eru savnað í Vágsbotni.

 

Niðanfyri eru fleiri myndir av Trappuni í Vágsbotni av fólki, sum hyggur