Fríggjadagin heldur manningin í punk/rock bólkinum 200 avstað til Íslands. Fleiri framførslur eru á skránni um vikuskiftið. Fríggjakvøldið leikar 200 á barrini Sirkus. Leygarkvøldið er stóra kvøldið. Tá skal 200 á pall á Grand Rokk. Har leikar eisini ein bólkur, ið nevnist The Dudley Corporation.
Niels Arge Galán úr 200 sigur, at Grand Rokk er kanska ikki eitt so stórt stað, men tað er eitt in-stað í Reykjavík.
200 skal eisini hava sonevndar promotion konsertir. Hesar verða í handlinum Hljómalind, ið Kiddi eigur. Kiddi hevur í longri tíð staðið fyri at fáa føroyskar bólkar til Ísland og so er eisini hesaferð, har samstarv er við Tutl. Fløgan við 200 er sjálvsagt at fáa í Hljómalind, eins og fleiri aðrar fløgur við føroyskum bólkum, ið ríða á føroysku bylgjuni í Íslandi. Um viðrar, so verður spælt uttanfyri Hljómalind, men annars verða framførslur inni í handlinum.
Góðar vinir í Íslandi
Niels Arge Galán sigur, at teir í 200 hava góð sambond til Íslands, har teir hava vitjað áður. 200 hevur samband við fleiri punkbólkar í Íslandi, Forgarður Helvitis og aðrar, og teir hava góðar vinmenn har yviri. Teir hava sent teldubrøv sínamillum og eins og fløgur. Og onkur hevur boðað frá, at teir koma at lurta á Grand Rokk leygarkvøldið.
Eins og føroyskir bólkar vitja Ísland, so hevur talan eisini verið um at fáa íslendskar bólkar hendaveg, men enn er einki fastlagt.
Ætlanir eru um, at 200 skal luttaka á einum festivali í Íslandi í næstum, men enn vita teir í 200 einki nærri hesum viðvíkjandi, men vænta sær boð fyrsta dagin.