G!Festivalur
200 vóru aftur í ár í toppformi, tá teir spældu á G!Festivalinum. Einki G! uttan 200! Tað søgdu teir í øllum førum sjálvir. Og kanska er okkurt um tað.
Løtan við 200 í fjør var minnilig. Hesaferð høvdu teir nakað at liva upp til, og tað er ikki altíð so lætt. Men tað meistraðu teir til UG!
200 kundu valt ta løttu loysnina og havt eina framførslu, ið líktist henni í fjør, við pappmasje-longutong og øðrum 200-merchandise. Ístaðin høvdu teir eina kula útgávukonsert uttan roks og hóvasták, har teir komu við gomlum tilfari og nýggjum løgum frá Graceland.
200 kom stak væl frá uppgávuni. Hóast tað frættist, at teirra fasti ljóðmaður ikki var komin fram vegna mjørka í Vágum, og ein avloysari røkti hesa uppgávuna, so var ljóðið í topp. Ljósið var eisini ein fragd fyri eyga, og myndirnar aftan fyri av bólkinum riggaðu væl til framførsluna.
Kjak úr Løgtinginum
Tá 200 millum løgini spældi eitt samanklipt ljóðbrot úr frá kjakinum í Løgtinginum seinasta heyst, um samkynd skulu vera vard av anti-diskriminatiónsparagraffini, var paradoksið fullkomið: Kjakið úr tinginum vísti, hvussu pínligt tað viðhvørt kann vera at kallast føroyingur, meðan løtan í góðveðrinum á sandinum prógvaði tað øvugta. Tað var ikki sørt, at fjøldin varð eitt sindur kløkk, tá røddirnir hjá monnum og bara monnum - sum Karsten Hansen, Óla Breckmann og Gunnari Nattestad ávaraðu um, at tað fór at gangast Føroyum sum Sódomu og Gómorru, um hendan paragraff bleiv samtykt.
At definera list, sum nakað, ið skal flyta mørk, er eftir mínum tykki ein heldur smøl meting, tí góðska skal eisini til. Tónleikurin hjá 200 klárar tó bæði, tí hann er bæði væl skrivaður og spældur, og roynir at prika eitt sindur í ta føroysku moralballónina, ið stundum kann tykjast bara at víðkast heldur enn at bresta. Av tí sama kemur leikluturin hjá 200 í Føroyum at virka sum eitt slag av ventili, har satiran ger upp við alla misnýtslu av Halgubók og heimastýri.
Um 200 ár verða fløgurnar hjá bólkinum at finna á Landsskjalasavninum sum søguligt prógv um, hvussu tað var at búgva í Føroyum 2006. Hvussu nógv vit væntaðu av visjón 2015, hvat presturin í Hvalvík segði um 200 - og hvussu ótrúliga væl 200 spældi.