2010 - eitt ræðuár

Jarðskjálvtin í Haiti var inngangurin til árið, og vatnflóðin í Australia var útgangurin.
2010 var árið, tá ein náttúruvanlukka avloysti eina aðra.
Lagt til rættis: Inna Tørnroos

Týska tryggingarfelagið "Munich Re" telur á hvørjum ári saman, hvussu nógvar náttúruvanlukkur hava verið í heiminum. Eitt vanligt ár liggur talið um 785, men í fjør vóru tað heilar 950. Næstan 200 fleiri enn eitt vanligt ár.
Tryggingarfelagið hevur gjørt hesi hagtøl síðani 1980, og talið í 2010 er næsthægsta talið nakrantíð.
90 procent av náttúruvanlukkunum vóru orsakað av stormi og vatnflóð.
Amerikanska fastlandi merkti tað dyggast við 365 náttúruvanlukkum. Asia var nummar tvey við 310. Evropa kláraði seg rímuligani væl við einans 120. Afrika 50 og Avstralia 65.
Samanlagt hava 295.000 fólk latið lív í hesum náttúruvanlukkum, og virði fyri yvir 900 miljardir eru oyðiløgd.
At harðu jarðskjálvtarnir í Haiti og Chile vóru sama ár er onki, vit menniskju kunnu ávirka.
- Tað er tilvildarligt. Um ein hyggur yvir eitt longri tíðarskeið er vulkaniski aktiviteturin altíð konstantur, sigur íslendski seismologurin Reynir Bødvarsson.
Men stormarnir og vatnflóðirnar kunnu verða ein avleiðing av, at høvini eru blivin heitari og stormarnir tí fleiri.
- Veðurlagsbroytingarnar standa nokk fyri einum parti av hesum náttúruvanlukkum, sigur Peter Høppe, ið starvast fyri týska tryggingarfelagið "Munich Re".
2010 var eisini eitt av teimum heitastu árunum heimurin hevur skoðað seinastu 150 árini.


Myndatekstur
HAITI 12 januar. Jarðskjálvtin vardi bara í 35 sekund, men var so nær við høvuðsstaðin Port-au-Prince, at avleiðingarnar gjørdust sera álvarsamar. Minst 220.000 fólk lótu lív, tvær miliónir gjørdust heimleys, og virði fyri 210 milliardir vóru oyðiløgd. Á myndini verður ein haitisk kvinna drigin fram úr leivdunum av einum nidurrapladum húsum í Port-au –Prince.

RUSSLAND juli til september. Tað byrjaði sum eitt sera heitt summar og endaði við skógarbrandi um stór øki. 56.000 fólk lótu lív av hitanum og av lufteitran.

AVSTRALIA desember. Vikur av oysandi regni var meiri enn Brisbaneáin kláraði. Vatni floymdi yvir allan milliónbýin Brisbane og tók bilar, hús og djór við sær.

Kelda: Geo Risk Research, NatCat Service, Aftonbladet.