2015 er gandaárið – tá koma tey feitu árini

– Tí tá hava vit havt sjey moðin ár. Og vit kenna ramsuna. Eftir sjey moðin ár koma sjey feit ár, segði Niels Arge Gálan millum annað í grækarismessurøðu í Havn í dag

– Tí tá hava vit havt sjey moðin ár. Og vit kenna ramsuna. Eftir sjey moðin ár koma sjey feit ár, segði Niels Arge Gálan millum annað í grækarismessurøðu í Havn í dag

 

Sum siður er var grækarismessuhald á Vaglinum í Havn, sum Skótalið Sigmunds Brestissonar skipaði fyri, har skótarnir saman við borgarum heilsa várinum og flytifuglunum vælkomin aftur til landið.

 

– Frá gamlari tíð er sagt, at Tjaldrið, tjóðfuglur okkara kemur á grækarismessu. Og tað var fuglavinurin Sverri Patursson, sum heitti á skótarnar um at halda henda dagin í 1942, tí hann meinti, at skótarnir livdi eitt við náttúruna.

 

Allir skótar, úlvar og títtlingar í Havn ganga tí skrúðgongu saman við Havnar Hornorkestrið, ið altíð trúliga spælir.

 

Í ár var tað Niels Arge Galan, Creative Stjóri hjá Sendistovuni, sum helt røðuna grækarismessurøðuna, sum kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER.

 

– Líka mikið, hvussu langur, vátur og kaldur veturin er, so kemur várið. Seinasta hósdag, í einum húsi her í grannalagnum, eydnaðist tað monnum at útseta várið. Og eg undirstriki orðið útseta. Tí tað er ikki steðgað, tað er bara útsett. Tí tað er vist, at føroyska várið kemur, segði Niels Arge Galan millum annað – við greiðari tilsiping til, at løgtingið við stórum meiriluta hósdagin feldi uppskotið um, at samkynd skulu kunna giftast borgarliga.

 

Og Niels Arge Galán helt fram við sama tóna:

 

– Og gandaárið 2015 er beint har í havsbrúnni. Og í 2015 kunnu vit telja, at vit hava havt 7 moðin ár. Og vit kenna ramsuna. Eftir 7 moðin ár koma 7 feit ár.

 

– Vit hava evnini, amboðini og møguleikan at broyta tað, sum vit halda skal broytast. Tey, sum vit hava valt at bestemma okkara vegna, eru til at fáa fatur á. Og leggið til merkis, tey bestemma vegna okkum, ikki fyri okkum. Har er stórur munur á. Hesi fólkini hava meyladressur, tey standa í telefonbókini, og kanska standa nøkur teirra millum okkum her í dag. Vit hava allar møguleikar at fylkjast, og vit sleppa øll fram at mikrofonini, um vit vilja. 

 

– Okkara samfelag broytist til tað betra – skjótari enn vit geva okkum far um. Tað er okkara uppgáva at kritisera konstruktivt og virka fyri at fremja tær broytingarnar, sum vit vilja hava framdar. Taka vit sakina í egnar hendur, so seta vit sjálv ferðina. Vit hava onga grund til at bíða eftir, at onkur ger tað fyri okkum. Várið kemur, um vit vilja tað ella ei, og vit gera sjálv av, hvat vit halda um veðrið.

 

– Og við hesum orðunum vil eg kunngera, at føroyska várið byrjar … nú!

 

Røðan hjá Niels Arge Galán kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER