Nú er heyst, og nú hevur Jens-Kjeld Jensen, fuglakennarin í Nólsoy, gjørt eina støðulýsing av búfuglinum í Føroyum fyri 2019.
- 2019 varð eisini eitt løgið ár, men fleiri glottar vóru at sjá, eins og tvey tey seinastu árini. Plantuætið kom ikki rættiliga fyri seg fyrr enn seinnu helvt av juni; men nøgdirnar vóru smáar, skrivar hann á heimasíðu síni.
- Flestu av búfuglunum ivaðust, um tað í heila tikið kundi loysa seg at fara at reiðrast, og tí var úrslitið langt undir miðal. Nakað kom tó undan hjá flestu av fuglasløgunum, sigur Jens-Kjeld.
Vánaligt ár hjá summum
Hann skrivar, at 2019 gjørdist enn eitt katastrofuár hjá ternuni.
- Eg ivist, um nøkur ternupisa náddi at koma so væl fyri seg, at hon kundi fara langa túrin til Vesturafrika, har hon er í vetrarvist.
Tað sær eisini svart út hjá æðuni.
- Æðan hevði eitt stak vánaligt ár, og fáir ungar vóru at síggja, júst sum seinastu mongu árini. Stovnurin í Nólsoy er minkaður við eini helvt síðan 2005, skrivar Jens-Kjeld á heimasíðu síni.
Tjaldrið og lomvigin
Tjóðfuglur okkara, Tjaldrið, hevur eisini avbjóðingar.
- Í nógv ár hevur støðan hjá tjaldrinum verið ógvuliga vánalig, og ringa støðan heldur fram. Í 1981 vóru 214 tjaldurspør í Nólsoy, meðan bert 30 pør royndu at reiðrast í 2019. Aðrastaðni í landinum treivst tjaldrið betri; men sum heild má sigast, at stovnurin ikki hevur tað gott.
Jens-Kjeld skrivar, at lomvigin, sum varp á stóru rókunum, kláraði seg illa, meðan hann, sum varp á teimum minnu rókunum og í smáum holum á lodrøttum fjallaveggum, sá út til at klára seg betri. Tó eru eingi neyv tøl tøk.
- Lomvigarstovnurin er óhugnaliga lítil í mun til tað, hann var fyri umleið 55 árum síðani. Vit hava einans umleið 85.000 pør. Vónirnar í Noregi eru heldur ikki bjartar. Robert T. Barrett heldur, at lomvigin er útdeyður í Noregi um 50 ár.
Ritustovnurin er minkandi
Og so er tað ritan, sum hevur vakt undran.
- Ritan hevur aftur havt eitt løgið ár. Í byrjanini sá alt gott út, men móti endanum av verpingartíðini hevði ritan ilt við at finna føði til pisuna. Hon vardi heldur ikki pisuna móti skúgvanum. Hóast 1 pisa kom undan í øðrumhvørjum reiðri, yvirlivdu heilt fáar fyrstu dagarnar á flogi. Ritustovnurin er minkaður við einari helvt seinastu 30 árini. Í Onglandi og Írlandi minkaðu stovnarnir við 63% frá 1986 til 2014, og alt bendir á, at støðan er tann sama her á landi, skrivar Jens-Kjeld.
Annars er støðan góð hjá fleiri fuglum. Stari og gráspurvur høvdu eitt gott ár, og kvørkveggjustovnurin sær út til at vaksa. Teistin tykist hava tað gott flestu støð í landinum, og helsareyðin hevur eisini framgongd - tað sama við lógva og spógva.