2024 var triðja árið á rað uttan bankarán í Danmark

2024 var triðja árið á rað, at ikki eitt bankarán varð framt í Danmark.

Síðan 2017 hava verið færri enn tíggju bankarán í Danmark um árið. Seinastu trý árini hevur verið null. Álopini móti sjálvtøkum eru eisini minkað. (Arkivmynd). - Mynd: Johnny Madsen/Ritzau Scanpix

Tað vísir ein fráboðan frá Finans Danmark, sum er áhugafelagsskapur hjá bankunum.

 

Ein av orsøkunum er, at nýtslan av reiðupeningi minkar - bæði hjá einstaklingum og bankum.

 

Álop móti sjálvtøkum hava eisini nærum ikki verið. Sambært áhugafelagnum hevur verið ein spreinging av sjálvtøku í árinum.

 

Í 2000 vóru sambært Finans Danmark 221 bankarán. Tað svarar til næstan ein um bankadagin. Fýra ár seinni var talið farið niður í 121, og síðani 2017 hava verið færri enn tíggju bankarán um árið.

 

/Ritzau/

 

Síðan 2017 hava verið færri enn tíggju bankarán í Danmark um árið. Seinastu trý árini hevur verið null. Álopini móti sjálvtøkum eru eisini minkað. (Arkivmynd). - Mynd: Johnny Madsen/Ritzau Scanpix