21 deyð í ógvusligum regni og torusláttri í Pakistan

Í síðsta mánaði doyðu tíggjutals fólk av skalvalopi í sama øki.

Í minsta lagi 21 fólk eru deyð í ógvusligum regni og torusláttri í útnyrðingspartinum av Pakistan.

 

Tað upplýsa myndugleikarnir í landinum, og tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur.

 

Deyðsføll og oyðilegging eru fráboðað í økjunum, Karak, Bannu og Lakki Marwat.

 

Keldan er Taimur Ali, sum er talsmaður fyri kreppuátakið í regiónini.

 

Sambært átaksmanninum fer talið av deyðum helst at veksa.

 

Í síðsta mánaði doyðu tíggjutals fólk av skalvalopi í ógvusligum kavaveðri í sama øki.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at kavaveður er óvanligt á hesum leiðum hesa tíðina av árinum.