21. juli. Evenus. Grikska navnið Evenus er ikki at finna í halgimannatali, men er onkursvegna komið upp í álmanakkarnar frá 1727.
Av føðingardøgum kunnu nevnast:
Eivør Pálsdóttir fyllir 30 ár
Finn Laudrup, fyrrverandi fótbóltsleikari og pápi navnframu Laudrup-beiggjarnar, Brian og Michael, fyllir 68 ár
Og kendi amerikanski sjónleikarin, Robin Williams, fyllir 62 ár í dag.
Og tað var hendan dagin í 1969, at Neil Armstrong, skipari á Apollo 11, á fyrsta sinni settir føtur sínar á Mánan, eftir at teir seks tímar framman undan – og dagin fyri, høvdu lent á Mánanum á fyrsta sinni.