Mikudagin vórðu bæði Dimmalætting og Sosialurin send til prent úr Miðlahúsinum í Havn, har Dimmalætting og Sosialurin halda til.
Á nýggjárinum keypti Sosialurin rættindini til at geva út Dimmalætting, og er hetta annað blaðið, sum síðani er komið á gøtuna.
Sosialurin og Dimmalætting verða tó rikin í hvør sínum felag. Sp/F Sosialurin gevur út Sosialin, og Sp/F Dimmalætting gevur út Dimmalætting.
Vikuskiftis-Sosialurin er hesaferð 80 síður. Í blaðnum hesaferð er eykablaðið Fótbóltur 2023, har lesast kann um liðini í bestu deildini og annað um fótbólt, nú bólturin fer á rull næsta vikuskiftið.
Umframt Dimmalætting og vikuskiftis-Sosialin, so er Sosialurin, sum verður borin í hvørt hús í landinum mánadagin eisini gjørdur í Miðlahúsinum hesa vikuna. Tað blaðið, sum er einasta lýsingarblað í landinum, sum regluliga verður sent í hvørt hús í landinum, er hesaferð 64 síður – til samans 216 síður.