Ein fyrsta viðgerð, ein onnur viðgerð og framløga. Hetta var skráin fyri tingfundin seinasta fríggjadag.
Tingfundurin varð settur klokkan tíggju fyrrapartin, og til viðgerðar vóru: Fyrsta viðgerð av tingmáli nummar 11/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld í sambandi við panting. Málið varð beint beinleiðis til aðru viðgerðar. Síðani varð farið til aðru viðgerð av tingmáli nummar 5/1999, sum er uppskot til ríkislógartilmæli um bat seta í gildi fyri Føroyar »lov nummer 359 af 2. juni 1999 om undersøgelse af politiets efterretningsvirksomhed på det politiske område og af de aktiviteter, der var baggrund for denne virksomhed«. Ríkislógartilmælið varð samtykt við 22 atkvøðum fyri, ongari ímóti og einari blankari, og fór tað sostatt beinleiðis til triðju viðgerðar.
Tingfundurin varð niðurlagdur longu klokkan 10:20. Men enn vantaðu framløgurnar, og tí varð fundurin uppafturtikin klokkan 16:20, og var hann lokin klokkan 16:25.