Í dag fingu 22 lærlingar prógv á Tekniska Skúlanum í Klaksvík. 10 í elektrikarafakinum og 12 í timburfakinum.
Nógv vóru komin at hátíðarhalda sveinarnar, og tað var tí ein hugnalig og heiðurlig løta við felagssangi og røðum. Gestarøðari hesaferð var Heri Kjærbo frá Articon.
– TSK ynskir lærlingum, læruplássunum og avvarandi hjartaliga til lukkum á degnum, verður sagt í tíðindaskrivi.
Tekniski Skúlin í Klaksvík hevur sent okkum myndir av lærlingunum, og tær eru at síggja niðan fyri her.
EL-flokkurin:
Frá vinstru á aftara rað eru: Jákup B. Andreasen, EL-IN, Hjalmar Berthelsen, EL-Service, Alex Troleis, Elektrikarin, Hans Olaf Riksfjord, RV-Tøkni, Jósef Sivertsen, TTS, Andrias Høgnesen, EL-IN.
Á fremru rað frá vinstru eru: Jóannes K. Danielsen, EL-IN, Gudrun P. Kjelnæs, EL-Service, Magnus Jarnskor, Mest, Brian Fagradal, EL-Trygd.
Myndin sæst her:
##med2##
Timbur-flokkurin:
Frá vinstru á aftara rað á myndini eru: John Sigurd Joensen, Kanjon, Hans K. Christiansen, NH Betong, Bogi R. Petersen, Heildarverk, Ólavur Ludvig, J. N. Handverk, Teitur A. Joensen, Kanjon, Markus Olsen, Articon.
Á fremru rað frá vinstru eru: Kristmundur Petersen, Norðhús, Pætur Hentze, TN Bygging, Martin Joensen, Norðhús, Sjúrður Pauli Nielsen, TN Bygging, Petur í Túni Petersen, Byggivirkið KBH, Jens Joensen, Kanjon.
Myndin sæst her:
##med3##