Eitt mannfólk og 21 konufólk fáa seinnapartin handað prógv á Føroya Læraraskúla, har tey hava lokið pedagogpróvtøkuna Seinnapartin í dag verður samkoma í høllini á Føroya Læraraskúla. 22 pedagogar hava verið til próvtøku í hesi vikuni, og seinnapartin fara tey at fáa prógvini handað. Talan er um eitt mannfólk og 21 konufólk. Tey fóru undir lestur á sumri í 2005 og hava sostatt lisið í hálvt fjórða ár.
Í bløðunum verður altíð lýst eftir pedagogum, og tí eru vánirnar góðar hjá nýggju pedagogunum beinanvegin at sleppa upp í part á arbeiðsmarknaðinum.
Á samkomuni á Læraraskúlanum, sum verður klokkan 14 í dag, fer Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetrinum, at flyta fram røðu, og Jóannes Hansen, rektari á Læraraskúlanum, fer at handa prógvini.