22 skulu venja við U21

U21-landsliðsvenjararnir í fótbólti hava sent boð eftir 22 spælarum, nú fyrsti dysturin nærkast

 

 

Bill McLeod Jakobsen og Eli Hentze eru av álvara farnir undir fyrireikingarnar til komandi EM-undankapping hjá U21-landsliðnum.

 

Sum partur av endaligu úttøkuni í samband við fyrsta dystin í kappingini, hava venjararnir sent boð eftir 22 spælarum til venjing á Tórsvølli í komandi viku.

 

07 Vestur, AB, B68, B71 og Víkingur eru feløgini vð bestu umboðanini í hópinum, sum telur hesar 22 spælararnar:


Jákup F. Hansen, Sølvi Egilson og Jákup Sveinbjørn Olsen, 07 Vestur
Niklas Thomsen, Dan í Soylu og Karstin Højgaard, AB
Albert Róin Jóhannesen, Leivur Højgaard og Ari Jóhannesen, B68
Jóhan Hendrik Lydersen, Marcus Clementsen og Aron Clementsen, B71
Elias Rasmussen, Magnus Jarnskor og Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Karl Martin Danielsen og Benjamin Heinesen, B36
Rói H. Olsen, EB/Streymur
Fríði Sigurðsson, KÍ
Símun Petur Poulsen, Skála.
John Daniel Guðjónsson, ÍF
Bartal Wardum, HB

U21-landsliðið leggur fyri á Svangaskarði mikudagin tann 17. juni, tá Aserbaijan kemur á vitjan í Føroyum.

Umframt Føroyar og Aserbaijan, eru hini londini í bólkinum Finnland, Týskland, Russland og Eysturríki.