23.150 gistingar í fyrsta ársfjórðingi

Átta prosent fleiri gistingar vóru fyrsta ársfjórðing í ár samanborið við í fjør

- Tað vóru 23.150 gistingar í ferðavinnuni fyrsta ársfjórðing í ár. Tað eru 8% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør og umleið 3.500 fleiri enn sama tíðarskeið í 2015, tá sólarmyrkingin var. 42% av gistingunum vóru hjá ferðafólki úr Føroyum, 29% úr Danmark, 25% úr øðrum europeiskum londum og tey síðstu 4% uttan fyri Europa.


Tað skrivar Hagstovan í samband við nýggjastu dagføringini av tølum fyri gistingar í ferðavinnuni. Stovnurin leggur dent á, at tølini ikki umboða airbnb gistingar, tí stovnurin hevur ikki atgongd til teir upplýsingarnar.


Ikki óvæntað, so eru tað serliga føroyingar, ið standa fyri flestu gistingunum. 42 prosent eru føroyingar, ið Hagstovan skilmarkar sum fólk sum búgva í Føroyum, meðan Danmark við 29 prosent er næst størsti bólkurin. Harnæst koma onnur norðurlond við 13 prosent og síðan onnur europeisk lond við 12 prosentum. Restin, ið er lond uttanfyri Evropa, eru tilsamans 4 prosent av gistingunum.