Í dag er pálmasunnudagur, og páskirnar standa fyri durum. Nógv verður talað og skrivað um tað døkka og tunga eisini tónleikur umtalar hatta sama við páskunum og líðingarsøgu Jesu. Men tó verður eisini boðað vón.
Vanligt er at hava ferming ella konfirmatión pálmasunudag, og so varð eisini í mongum kirkjum í Føroyum í dag eisini í Christianskirkjuni í Klakvík, har 14 gentur og 9 dreingir fingu prestsins hond á høvdið.
Fyrr slappst tú ikki til mandómsverk ella til skips, fyrr enn tú hevði fingið prestsins hond á høvdið. Men henda leiðin er ofta long í dag við tí lestri og lærdómi, sum nú krevst. Tí er fermingin ein góður førningur á leiðini og møguleiki fyri at steðga á eina løtu í meldrinum.
Eftir fermingina varð sungið so fagurt eftir Hans Andrias Djurhuus, ið hevur latið úr hondum so mong góð ynki, teimum ung at frama - við lagi eftir Jógvan á Lakjuni:
Gakk tú tryggur fram við góðum treysti,
allir ljósir einglar fylgja tær.
Harrin, hann er vinur tín hin besti,
hansar eyga allar vandar sær.
Orð og myndir: Dávur Winther