Tað hevur verið sera kalt í Danmkark tær seinastu næturnar, og tíðliga í morgun frysti heili 23 stig í Holbæk á Sælandi.
Sambært DMI er hetta kaldasti vetrarmorgun í 23 ár. Samstundis er hetta tann kaldasti desembermorgun í 29 ár og tann triðkaldasti desembermorgun, sum nakrantíð er skrásettur.
Kuldametið er frá desember í 1981, tá tað frysti 26,6 stig í Danmark.
Eisini í Jyllandi hevur tað verið kalt, og gjáranáttina vóru 21,5 kuldastig í Vesturjyllandi.
Tann nógvi kuldin hevur órógvað ferðsluna nógv. Eitt nú hevur løgreglan stongt aðra breytina á motorvegnum á Fyn fyri at noyða bilførararnar at koyra eftir umstøðunum. Veðurmenninir siga frá meiri kava og jarðroki í syðra parti av landinum.