230.000 krónur fyri at verða uppsøgd

Ein kvinna, sum varð søgd úr starvi í fjør heyst, eigur at fáa 230.000 krónur frá fyrrverandi arbeiðsgevara sínum. Tað staðfestir Javnstøðunevndin Kvinnan byrjaði í nýggjum arbeiði tann 1.november í fjør, og tann 26.november boðaði hon arbeiðsgevaranum frá, at hon var við barn í 17.viku. Longu dagin eftir varð hon, saman við seks øðrum í fyritøkuni, uppsøgd.

Arbeiðsgevarin segði at búskaparliga støðan var orsøkin til, at tey sjey mistu arbeiðið, men kvinnan var ikki í iva um, at hon misti arbeiðið, tí hon var við barn, og hon kærdi til Javnstøðunevndina.

Í kæruni segði hon, at tá hon boðaði leiðsluni frá, at hon var við barn, broyttist áhugin hjá leiðsluni fyri henni alt fyri eitt.

Kvinnan helt ikki, at fíggjarstøðan hjá fyritøkuni kundi vera so nógv broytt ta stuttu tíðina frá tí, hon varð sett í starv, til hon varð uppsøgd 27 dagar seinni, skrivar Kringvarpið.

Hon fekk viðhald frá Javnstøðunevndini, sum sigur, at hon eigur at fáa 230.000 krónur frá arbeiðsgevaranum sum samsýning fyri at verða søgd úr starvi.

Hetta er fyrsta avgerðin hjá Javnstøðunevndini, sum varð sett í apríl.

Góðtekur arbeiðsgevarin ikki avgerðina hjá Javnstøðunevndini, hevur hann møguleika royna hana í rættinum.