24 milliónir eru flóttafólk í egnum landi

Kríggj og ágangur hava noytt 24 milliónir fólk at flýggja frá húsi og heimi. Tey eru flóttafólk í egnum landi.

Ringast stendur til í Sudan, har umleið fimm milliónir fólk eru noydd ella rikin frá húsi og heimi, so tey nú noyðast at liva sum flóttafólk í stórum í legum í teirra egna landi. Orsøkin er fyrst og fremst tað blóðuga stríðið í landspartinum Darfur, sigur ST, sum júst hevur almannakunngjørt eina frágreiðing um flóttafólk í 50 londum.

Næst eftir Sudan er Kolombia, har ST metir, at 3,7 milliónir fólk liva sum flóttafólk. Í Uganda er talið tvær milliónir, og í Demokratiska Lýðveldinum Kongo eru 1,7 millión fólk flóttafólk. Í Irak hevur ófriðurin rikið umleið 1,3 millión irakar frá húsi og heimi. Tilsamans eru 24 milliónir fólk, sum liva sum flóttafólk í egnum landi, og í flestu førum eru tað teirra egnu landsmenn, sum hava rikið tey heiman. Talið umfatar ikki tey, sum eru flýdd til onnur lond.

-Telja vit tey uppí, er talið á teimum, ið liva sum flóttafólk, umleið 36 milliónir, sigur Tomas C. Archer, aðalskrivari í Flóttafólkahjálpini, við tíðindastovuna ANB. Hann sigur, at talið er nakað minni enn fyri einum ári síðani, men at tað kortini er óhugnaliga stórt, serliga tá hugsað verður um ta viðferð, nógv flóttafólk fáa.